Eingin heildarætlan um dagstovnaøkið í Havn

Eingin heildarætlan um dagstovnaøkið í Havn
Býráðið feldi í gjárkvøldið eitt uppskot frá Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkinum
 
24.02.2023 - 08:21

Meirilutin í Tórshavnar býráði vil ikki hava eina heildarætlan um dagstovnaøkið.

Tað var endurtikið á býráðsfundinum í gjár.

24. mars í fjør atkvøddi býráðið, um atkvøðast skuldi um eitt uppskot hjá Tjóðveldi um, at býráðið samtykkir at gera eina heildarætlan um dagsstovnaøkið við ítøkiligum átøkum fyri at bøta um starvsfólkatrotið.

Uppskotið fekk seks atkvøður og fall, tí sjey vóru ímóti.

Í gjár vóru Framsókn og Fólkaflokkurin komin aftrat Tjóðveldi.

Men úrslitið gjørdist næstan tað sama sum í fjør, fimm vóru fyri og sjey ímóti. Ein atkvøða var blonk. Uppskotið fall.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666