Lættari at samanbera prísir á vørum

Lættari at samanbera prísir á vørum
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lýst nýggja kunngerð, og tað fegnast Brúkaraumboðið um
Nýggja kunngerðin ásetur, at handlar skulu upplýsa hóskandi eindarprís á vørum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.02.2023 - 10:38

Nú skal tað vera lættari at samanbera prísir á líknandi vørum, tá farið verður til handils.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lýst kunngerð, sum ásetur, at handlar skulu upplýsa hóskandi eindarprís á vørum, eitt nú liturs-, kilo-, ella stykkjaprís.

 

Rannvá Sólheim er brúkaraumboð.

 

- Vit hava leingi biðið um slíka kunngerð, sigur Rannvá Sólheim, brúkaraumboð.

Hon sigur, at hetta eru ásetingar, sum tørvur hevur verið á. 

Hóast kunngerðin longu er lýst, fáa handlarnir stundir til at laga seg til nýggju reglurnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24022023_Rannva_Solheim

 

Kunngerðin kann lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328