Nýggjur stjóri í Visit Norðoy

Nýggjur stjóri í Visit Norðoy
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann byrjar hjá Visit Norðoy 1.mars
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann er nýggjur stjóri í Visit Norðoy
 
24.02.2023 - 10:03

Visit Norðoy hevur fingið nýggjan stjóra.

Hon eitur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.

Theresa hevur drúgvar royndir í ferðavinnu. Hon var í nógv ár á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. 

Harumframt hevur hon arbeitt hjá Atlantic Airways, Air Greenland, Air France og á ymsum ferðaskrivstovum. 

Theresa seldi café Glasstovuna á Tvøroyri í fjør.

Hotel Bakkan í Vági eigur hon tó framvegis. Hon hevur fingið onnur at taka sær av hotellinum.

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann byrjar hjá Visit Norðoy 1. mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440