- Tíðindi, mentan og ítróttur
BERIN 20 ÁR: Eingin skipað hjálp var til børn, ið høvdu mist ein kæran
Í 2002 starvaðust Anna Dalsgaard, lærari, og Jóngerð Poulsen, heilsusystir, í Eysturskúlanum í Havn.
"Eg plagdi at síggja flaggið í heilsum fara í hálva stong uttanfyri skúlan. Eg bleiv ørkymlað, tí eg sum lærari ikki hevði tíð at taka mær av teimum børnum, ið høvdu mist ein kæran. Tað tosaðu Jóngerð og eg nógv um, og tað var gjøgnum hesar samtalurnar á lærarastovuni í Eysturskúlanum, at hugskotið um at stovna Beran birtist," greiðir Anna Dalsgaard frá.
Tað byrjaði við einum kunnandi fundi í Eysturskúlanum.
Nógv fólk møttu. Serliga nógv eldri fólk - eldri menn. Fleiri teirra, sum vórðu møtt, høvdu mist foreldur sum børn.
Tey minnast ikki, at nakar tosaði um hetta, tí hetta var ikki nakað, ið ein skuldi tosað um.
Virksemið nógv víðkað
Stutt eftir stovnanina av Beranum, kom Oddvør Poulsen afturat.
Í 2013 varð hon sett sum dagligur leiðari, og tað er hon framvegis í dag.
Eftir at Oddvør Poulsen varð sett í starv sum leiðari í Beranum er virksemið víðkað munandi.
Í dag hevur Berin sálarfrøðiliga hjálp og sorgarbólkar til bæði børn og foreldur, sum hava mist ein kæran.
Innsavningarsending fyri felagsskapin Beran verður send í sjónvarpinum sunnukvøldið 5. mars klokkan 19.
Longu nú ber til at stuðla landsinnsavningini. Hetta kunnu tit gera við at flyta pening á konto hjá Beranum í einum av hesum peningastovnum.
- Bank Nordik 6460 - 6379054
- Betri Banki 9181 - 5792772
- Norðoya Sparikassi 9865 - 3287453
- Suðuroyar Sparikassi 9870 - 3070868
Eisini ber til longu nú at senda sms til 1630 (bert Føroya Tele kundar) ella ringja á telefonnummar 905630 (Føroya Tele/Nema kundar), so stuðlar tú við 150 krónum.
Nærri kunning um tiltakið er tøk á heimasíðuni hjá Beranum á berin.fo.