Eingin fólkaatkvøða um dýra biðidag

Eingin fólkaatkvøða um dýra biðidag
Tað hevur ikki eydnast at fáa 60 fólkatingslimir at taka undir við uppskotinum um fólkaatkvøðu
Alt bendir á, at uppskotið um at taka dýra biðidag av sum halgidag verður samtykt í fólkatinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.02.2023 - 15:31

Danskir veljarar sleppa ikki at atkvøða sjálvir, um dýri biðidagur skal takast av sum halgidagur.

Tá danska stjórnin stutt fyri jól boðaði frá, at hon arbeiddi við at broyta dýra biðidag, soleiðis at hann gjørdist vanligur arbeiðsdagur, vóru nógv - bæði leik og lærd - sum vóru ímóti.

 Teir fýra flokkarnir í Fólkatinginum, Eindarlistin, Danski Folkaflokkurin, Nýggju Borgarligu og Alternativið, hava roynt at fáa 60 fólkatingslimir at taka undir við einari fólkaatkvøðu. 60 limir skulu sambært stýrisskipanini til, um ein fólkaatkvøða skal haldast.

Men í dag boðaðu flokkarnir frá, at tað hevur ikki eydnast at telja upp í 60.

Lógaruppskotið um at taka dýra biðidag av kemur fyri í Fólkatinginum í morgin, og alt bendir á, at tað verður samtykt, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585