Kommunur skulu sleppa at seta vakmyndatól upp

Kommunur skulu sleppa at seta vakmyndatól upp
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri løgtingið lógaruppskot um hetta
Dátueftirlitið hevur víst á, at kommunur hava ikki heimild í galdandi lóg til at seta vakmyndatól upp.
 
27.02.2023 - 14:38

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava í felag latið løgtingsskrivstovuni eitt uppskot um at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri løgtingið lógaruppskot um hetta.

Í viðmerkingunum til uppskotið siga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, at nógv mál um harðskap í býarlívinum verða ikki uppklárað av løgregluni. 

- Í tí sambandi hevur ynski verið frammi um at fáa loyvi til at seta upp vakmyndatól á teimum mest útsettu plássunum, tí mett verður, at tað kann vera við til, at fleiri mál verða uppklárað. Men Dátueftirlitið hevur víst á, at kommunur hava ikki heimild í galdandi lóg til at seta slík vakmyndatól upp, siga flokkarnir í skrivi sent miðlunum.

 

Undanfarna landsstýri arbeiddi við málinum 

Undanfarna landsstýri arbeiddi við at geva kommunum loyvi til at seta vakmyndatól upp, men málið var ikki klárt, áðrenn val var útskrivað. Tí skjóta Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at gera tað møguligt hjá kommununum at fáa slík loyvi.

- Har vakmyndatól kunnu hjálpa til við at uppklára mál um harðskap í náttarlívinum, eigur tað at vera møguligt at seta vakmyndatólini upp, uttan at tað gongur út yvir rættartrygdina hjá borgarunum, siga flokkarnir.

Seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni verður týsdagin tann 7. mars

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744