Útseta arbeiðið í gamla kirkjugarðinum

Útseta arbeiðið í gamla kirkjugarðinum
Umskipanin av elsta partinum í kirkjugarðinum í Vestmanna er útsett, men bygdarráðið hevur samtykt ætlan um kirkjugarðin á Knúgvum
Stór óvissa er um arbeiðið í elsta partinum av kirkjugarðinum, og hon kann hava avleiðingar fyri tíðarfreistina.
 
27.02.2023 - 10:08

Bygdarráðið í Vestmanna hevur samtykt at útseta arbeiðið at umskipa elsta partin í gamla kirkjugarðinum.

Stór óvissa er um arbeiðið, og hon kann hava avleiðingar fyri tíðarfreistina.

Bygdarráðið samtykti í august í fjør at arbeiða víðari við uppskotinum hjá EYA arkitektum um at umbyggja kirkjugarðin við kirkjuna.

Forkanningarnar vístu á nakrar møguligar avbjóðingar við drenlagi og frárensli og møguleikan fyri, at tvey verða jarðað í somu grøv. 

 

 

Gera ætlan á Knúgvum

Trivnaðar- og umhvørvisnevndin samtykti at útseta umskipanina av elsta partinum av gamla kirkjugarði. Og tað samtykti bygdarráðið eisini.

Haraftrat hevur bygdarráðið samtykt eina ætlan um kirkjugarðin á Knúgvum.

Tilboð frá Verkfo um projekt og útboð er 250.000 kr.

- Verður einki gjørt, er einki gravpláss eftir um hálvtfjórða ár, segði Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna, við Útvarpið í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161