Bygnaðarbroytingarnar á Glasi eru komnar í gildi

Bygnaðarbroytingarnar á Glasi eru komnar í gildi
Rektarin kunnaði starvsfólkini um broytingarnar í gjár
Bygnaðarbroytingarnar á Glasi eru settar í verk í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.03.2023 - 08:31

Ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Glasi eru settar í verk í morgun.

Una Joensen, rektari, kunnaði starvsfólkini um broytingarnar í skrivi í gjár. 

Broytingarnar hava í høvuðsheitum við sær, at leiklutirnir hjá rektaranum, stjórunum á gymnasialum miðnámi, yrkisrættaðum miðnámi og leiðaranum fyri næmingatænastuni verða broyttir. 

 

Una Joensen er rektari á Glasi.

 

Rektarin størri ábyrgd

Við broytingini hevur rektarin sjálv ábyrgdina av gymnasialum miðnámi og høvuðsábyrgd av skúlanum, og so er ætlanin, at útbúgvingarstjórin fyri yrkisnám skal vera vararektari, og starvsheitið skal broytast samsvarandi. 

Starvið sum útbúgvingarstjóri í gymnasialum miðnámi verður niðurlagt, og verandi útbúgvingarstjóri hevur í tí sambandi fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Harumframt verður næmingatænastan skipað við einum stjóra. 

 

Yrkisfelagið mótmælir

Yrkisfelagið Miðnám hevur mótmælt ætlaðu bygnaðarbroytingini, tí felagið metir, at rektarin ikki leggur upp fyri galdandi sáttmála hjá felagnum, og at fleiri mannagongdir í sambandi við at seta og siga upp starvsfólk eru ikki fylgdar. 

Í skrivinum til starvsfólkini staðfestir rektarin, at nógvar viðmerkingar eru komnar frá starvsfólkum og fakfeløgum, men hon heldur fast um bygnaðarbroytingarnar.

Rektarin metir, at nýggi bygnaðurin er rætti bygnaðurin til virksemið, sum er á Glasi nú, og broytingarnar vera øllum at frama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401