Viðmerkjari: Avlop á fíggjarlógini og haldføri verður størsta avbjóðingin

Viðmerkjari: Avlop á fíggjarlógini og haldføri verður størsta avbjóðingin
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, gjørdi viðmerkingar til várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari.
 
01.03.2023 - 13:48

- Samgongan, sum nú er komin til valdið, noyðist at prógva, at hon er før fyri at hava avlop á fíggjarlógini og tryggja haldførið, nú færri vera á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist.

Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari.

Spurningurin um haldførið fær nógva umrøðu í nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum var løgd fram í dag.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og aðrir politikarar vóru í Smæruni fyrrapartin, tá várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum var løgd fram í dag. (Mynd: Finnur Justinussen)

 

Eirikur Lindenskov sigur, at hetta verður ein stór avbjóðing hjá nýggja landsstýrinum, tí samgongufólk hava funnist harðliga at teimum, sum hava sitið í landsins stýri seinastu árini, fyri einki at gera við haldførið, og fyri ikki at hava hava nóg stórt avlop á fíggjarlógini.

Eirikur Lindenskov heldur annars, at várfrágreiðingin frá Búskaparráðnum er jaligari enn væntað.

 

Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. (Mynd: Finnur Justinussen)

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, leggur várfrágreiðingina fram. (Mynd: Finnur Justinussen)

 

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Eirik Lindenskov um búskaparfrágreiðingina í útvarpstíðindunum:

 

01032023_Eirikur_Lindenskov

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980