Nobel-vinnari 10 ára fongsulsdóm

Nobel-vinnari 10 ára fongsulsdóm
Ales Bjaljatski, sum í fjør fekk Nobel-friðarheiðurslønina, er í Hvítarusslandi dømdur 10 ára fongsulsrevsing.
 
04.03.2023 - 11:37

60 ára gamli Bjaljatski fekk heiðurslønina fyri sítt arbeiði fyri mannarættindum í heimlandinum.

Hann varð handtikin í sambandi við mótmælistiltøk í Hvítarusslandi í 2020 og er nú dømdur fyri millum annað at hava fíggjað mótmælisgongur.

ST hevur síðstu dagarnar víst á, at mannarættindini í Hvítarusslandi eru versnað nógv tey seinnu árini.

Sambært ST sita í minsta lagi 1400 politiskir fangar í fongsli í landinum, sum verður stýrt við harðari hond av einaræðisharranum, Aleksandr Lukasjenko.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343