Reglurnar um brúksskyldu á veiðiloyvi verða tillagaðar

Reglurnar um brúksskyldu á veiðiloyvi verða tillagaðar
Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at reglurnar skulu endurspegla dagsins tørv, og eru neyvari og greiðari fyri loyvishavarar og umsitingina
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur lagt fram frágreiðing um sjófeingi.
 
07.03.2023 - 15:03

Í vár verða tillagingar gjørdar í reglunum, sum áseta brúkstreyt fyri at avhenda veiðirættindi, og í reglunum um brúksskylduna á veiðiloyvi og fiskiloyvi. 

Tað stendur at lesa í frágreiðingini um sjófeingi, sum Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fyri løgtingið í dag.

Hetta skal gerast, so reglurnar endurspegla dagsins tørv, og eru neyvari og greiðari fyri loyvishavarar og umsiting, verður sagt.

 

Munandi og rímiligur partur

Búskaparlig burðardygd fevnir millum um, at eigarin, Føroya fólk, fær ein “munandi og rímiligan part” av tilfeingisrentuni, og er tí ein dagføring av tilfeingisgjøldunum sett á skránna í Fíggjarmálaráðnum, sum umsitur veiðigjaldslógina, verður sagt í frágreiðingini.

Búskaparlig burðardygd fevnir m.a. um at tryggja vinnuni so góðar karmar sum til ber, soleiðis at virðisøkingin verður so stór sum gjørligt, skrivar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

Virðisøking

Júst virðisøking er eitt øki, sum størri fokus verður sett á, við tí fyri eyga at skunda undir eina størri virðisøking av tilfeinginum. Vinnan skal eggjast til at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið, soleiðis at útflutningsvirðið á tilfeinginum kann økjast munandi næstu árini, stendur í frágreiðingini. 

Gongd er sett á ætlan við arbeiðinum við virðisøking, og seinni í vár verður ráðstevna, har evnini nýskapan, virðisøking og meirvirking verða sett á breddan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666