Avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni skal broytast

Avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni skal broytast
Løgmaður sigur, at neyðugt verður at tryggja, at kravið ikki verður kappingaravlagandi í mun til onnur, sum innflyta og selja egna framleiðslu
Avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni er 18,6 mió. kr. Tað er tað eisini í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.03.2023 - 10:59

Avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu landsins skal broytast, men tað skal væntandi ikki takast av.

Tað sigur løgmaður, sum í løtuni umsitur løgmálini í landsstýrinum, við fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Fíggjarnevndin spurdi, um ætlanin er at broyta avlopskravið til avgjaldskrav.

Í samgonguskjalinum stendur, at matstovuvinnan fær loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis.

Bryggjarí og brennarí fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum. 

Tá avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu landsins verður broytt, verður neyðugt samstundis at tryggja, at avlopskravið ikki verður kappingaravlagandi í mun til onnur, sum innflyta og  selja egna framleiðslu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Avlopskravið er 18,6 mió. kr. Tað er tað eisini í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870