Búskaparráðið mælir til at hækka pensjónsaldurin

Búskaparráðið mælir til at hækka pensjónsaldurin
Í haldføriskanningini verður eisini mælt til at skipa fíggjarpolitiskt regluverk fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, leggu haldføriskanningina fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.01.2024 - 12:59

Politiska skipanin eigur at fremja samhaldsfesti millum ættarlið við at hækka pensjónsaldurin, so hægri livialdur ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.

Tað sigur Búskaparráðið í haldførisfrágreiðingini, sum í løtuni verður kunngjørd.

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Búskaparráðið mælir eisini til at rationalisera og effektivisera raksturin hjá almenna geiranum, serliga á eldraøkinum, so vøksturin í samlaðu útreiðslunum til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist minkar.

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Mælt verður til, at politiski myndugleikin setur í verk fíggjarpolitiskt regluverk fyri land og kommunur, við tí endamáli at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Búskaparráðið mælir eisini til, at politiska skipanin fremur átøk, sum hava við sær, at tilflytingin til Føroya verður økt, og at fráflytingin minark, serliga av ungum fólki.

Sí haldføriskanningina her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558