400 milliónir í Íleggingargrunninum eru ikki tøkar

400 milliónir í Íleggingargrunninum eru ikki tøkar
12 ár kunnu ganga, áðrenn allar 700 milliónirnar verða tøkar, sigur nevndarformaðurin í grunninum
Palli Ziskason er nevndarformaður í Íleggingargrunninum. (Savnsmynd)
 
18.01.2024 - 13:15

Góðar 400 av teimum umleið 700 milliónum krónunum í Íleggingargrunninum eru ikki tøkar, og tað kann taka upp í 12 ár, áðrenn allur peningurin er tøkur. 

Tað sigur Palli Ziskason, nevndarformaður í Íleggingargrunninum, nú løgmaður hevur sagt, hvat peningurin skal brúkast til, tá íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025.

Tá forsætisráðharrin og Aksel V. Johannesen høvdu skrivað undir semjuskjalið um Íleggingargrunnin í gjár, segði Aksel V. Johannesen, at hann ætlar, at helvtin av tí, sum stendur í Íleggingargrunninum, skal brúkast til nýggja farstøð á flogvøllinum og hin helvtin sum stovnsfæ í Suðuroyartunlinum.

Men allur peningurin er ikki tøkur enn, sigur Palli Ziskason: 

 

18012024_Palli_Ziskason

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, hava skrivað undir semju um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur á nýggjárinum.

 

At allur peningurin ikki er tøkur enn, er eingin trupulleiki, sigur løgmaður:

 

18012024_Aksel_



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846