Leigubilar fingu yvir 50 milliónir aftur

Leigubilar fingu yvir 50 milliónir aftur
Frádrátturin fyri leiguakfør, sum eru seld av landinum, í útgangandi avgjaldinum var 50 milliónir og 580.000 kr. seinastu trý árini
Nógvir bilar, sum koma til Føroya, vera seldir av landinum aftur.
 
18.01.2024 - 06:08

Frádrátturin fyri leiguakfør, sum eru seld av landinum, í útgangandi avgjaldinum var 50 milliónir og 580.000 kr. seinastu trý árini.

Talan er um 843 akfør.

Tey, sum selja av landinum, fáa í mesta lagi 60.000 kr. aftur sambært lógini um meirvirðisgjald.

Í Føroyum vóru skrásett 530 leiguakfør í 2021, 721 í 2022 og 702 í fjør.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað Kim Durhuus, løgtingsmanni, sum spurdi, hvussu nógv, fólk fáa aftur av meirvirðisgjaldinum og virðisgjaldinum, tá tey selja bilar av landinum.

Ikki avgjørt

Hon sigur, at fyrstu ferð leigubilur verður skrásettur, verður meirvirðisgjaldið endurrindað eins og fyri aðrar bilar, sum eru keyptir til vinnuligt endamál. 

TAKS hevur ikki tøl um hesa endurrindan, tí talan er ikki um nakra serstaka uppgerð.

Ruth Vang sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða undantøkini í mvg-lógini eins og onnur almenn avgjøld. 

Enn er tó ikki avgjørt, um reglurnar um leigubilar vera við í hesi enduskoðanini, sigur Ruth Vang.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118