DeSantis gevst í forsetavalstríðnum

DeSantis gevst í forsetavalstríðnum
Nýggj veljarakanning vísir, at guvernørurin í Florida hevði bara fingið seks prosent av atkvøðunum á uppstillingarvalinum í New Hampshire, sum verður í morgin
Ron DeSantis er væl umtóktur guvernørur í Florida, men í uppstillingarvalunum til forsetavalið hevur gingið illa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.01.2024 - 10:56

Republikanski guvernørurin Ron DeSantis gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. 

Tað boðar hann frá á sosiala miðlinum X.

Boðini koma beint fyri uppstillingarvalið í statinum New Hampshire, sum verður í morgin.

Meiningakanningar vísa, at DeSantis hevði mist atkvøður til bæði Donald Trump, fyrrverandi forseta, og Nikki Haley, fyrrverandi ST-sendiharra.

De Santis sigur nú, at hann styðjar Trump.

 

Trump fær helvtina av atkvøðunum

Kanning, sum sjónvarpsstøðin CNN hevur gjørt, vísir, at Donald Trump fer at fáa 50 prosent av atkvøðunum í New Hampshire, Haley 39 prosent, og DeSantis fær sambært kanningini bara seks prosent av atkvøðunum.

45 ára gamli DeSantis kunngjørdi í mai í fjør, at hann fór at royna at gerast republikanskt forsetavalevni.

Í 2022 var hann valdur aftur sum guvernørur í Florida og hevur verið væl umtóktur.

Men í uppstillingarvalunum til forsetavalið hevur gingið illa. Bæði Trump og Haley hava brúkt milliónir av dollarum at leypa á DeSantis í valstríðnum. 

Ron DeSantis hevur tvey ár eftir av seinna valskeiðnum sum guvernørur í Florida. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949