Í mesta lagi 20 næmingar í hvørjum flokki

Í mesta lagi 20 næmingar í hvørjum flokki
Frá og við skúlaárinum 2025-2026 skulu í mesta lagi vera 20 næmingar í hvørjum fyrsta flokki í fólkaskúlanum 
Nú kemur lógin um 20 næmingar í hvørjum flokki í fólkaskúlanum.
 
22.01.2024 - 05:46

Frá og við skúlaárinum 2025-2026 skulu í mesta lagi vera 20 næmingar í hvørjum fyrsta flokki í fólkaskúlanum. 

Høvuðsendamálið við lógaruppskotinum, sum er sent til hoyringar, er, at meira læraratíð verður til hvønn einstakan næming. 

Tí skal tað vera møguligt hjá skúlunum at býta í tveir flokkar, eru 21 næmingar ella fleiri.

Skipanin byrjar skúlaárið 2025-2026. Tá verður hon galdandi fyri fyrsta flokk.

Síðani kemur ein flokkur aftrat um árið í níggju ár.

Fýra milliónir 

Skipanin kostar fýra milliónir um árið, tilsamans 36 mió. kr.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum fekk í fjør eitt álit um broytingar í fólkaskúlalógini.

Har verður mælt til, at næmingatalið ikki fer upp um 20.

Nú stendur í lógini, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209