Tríggjar viðmerkingar um byggiloyvi til Varðan

Tríggjar viðmerkingar um byggiloyvi til Varðan
Viðmerkingarnar skulu fyrst viðgerast í umsitingini hjá Tvøroyrar býráð, áðrenn tær fara í nevnd og fyri býráðið
Skorsteinurin á virkinum verður 60 metrar høgur, og tá talan er um so høga bygging, skal almenn hoyring vera. (Savnsmynd)
 
23.01.2024 - 09:13

Tvøroyar býráð fekk tríggjar viðmerkingar um ætlanina at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju.

Teirra millum er eitt broytingaruppskot. 

Freistin at koma við viðmerkingum var úti seinnapartin í gjár.

Talan er um skorstein, sum er 60 metrar høgur, og goymslubrunnar, sum eru 20 metrar høgir.

Tá loyvi skal gevast til so høga bygging, skal almenn hoyring vera.

Viðmerkingarnar skulu fyrst viðgerast í umsitingini hjá býráðnum.

Síðani skal málið í vinnu- og havnanevndina, og haðani fer tað í býráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860