Trump vann eisini í New Hampshire

Trump vann eisini í New Hampshire
Avbjóðarin, Nikki Haley, ætlar kortini at halda fram í royndini at gerast í republikanskt forsetavalevni
Alt bendir á, at Donald Trump verður forsetavalevni hjá republikanarunum í heys.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.01.2024 - 10:20

Tað gongur væl hjá Donald Trump, fyrrverandi forseta, á uppstillingarvalunum hjá republikanska flokkinum undan amerikanska forsetavalinum, sum verður í november.

Í gjár og í nátt var annað uppstillingarvalið, og tað var í statinum, New Hampshire. Og sigurin fór til Donald Trump.

Fyrsta uppstillingarvalið var  í Iowa 15. januar.

Umframt at vinna í hesum statunum, hevur Trump nú vunnið á sínum størstu kappingarneytum í teimum statunum, har kappingarneytarnir ætlaðu at vinna.

 

Nikki Haley tapti í New Hamphire, men heldur fram í valstríðnum. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Heldur fram

Nikki Haley og hennara stuðlar hava brúkt umleið 210 milliónir kr. til lýsingarherferðir í New Hampshire, men kortini tapti hon í gjár.

Nikki Haley hevur boðað frá, at hon heldur fram í kappingini at gerast republikanskt forsetavalevni, hóast møguleikarnir tykjast smáir.

Ron DeSantis legði somuleiðis alla sína orku í at vinna statin Iowa, men tapti eisini fyri Donald Trump. Hann tók seg úr valstríðnum eina viku seinni.

Trump er sostatt fyrsti republikanari, ið ikki er sitandi forseti, sum vinnur bæði í Iowa og New Hampshire.  

 

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.

 

Trump og Biden

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, heldur, at sum støðan er í løtuni, er rættiliga sannlíkt, at tað vera Donald Trump og Joe Biden, sum fara at kappast um forsetasessin í heyst. Hann sigur soleiðis um støðuna hjá Donald Trump, nú tvey uppstillingarval hava verið:

 

24012024_Regin_Berg


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204