Lokaupphæddin hjá lærarum í rættin

Lokaupphæddin hjá lærarum í rættin
68 limir í Lærarafelagnum hava stevnt felagnum
Lokaupphæddin hjá lærarum er endað sum rættarmál, og fyrireikandi fundur í málinum verður fríggjadagin. (Savnsmynd)
 
30.01.2024 - 12:20

Fríggjadagin verður fyrireikandi fundur í Føroya rætti um lokaupphæddina hjá limunum í Lærarafelagnum.

68 limir í Lærarafelagnum hava stevnt felagnum.

Tey vilja, at avgerðin á aðalfundinum 29.apríl í fjør um at strika lokaupphæddina í samlagstryggingini hjá limunum, verður gjørd ógild.

Á aðalfundinum atkvøddu 280 fyri at strika lokaupphæddina. 61 atkvøddu ímóti.

 

100.000 kr.

7.juni í 2000 var avgjørt á aðalfundi at broyta eina samlagstrygging, so limirnir fingu 100.000 kr,, tá tey blivu 67.

Hetta gjørdi, at limirnir vóru bundnir at rinda til skipanina.

Á aðalfundinum í fjør kom ein limur við uppskoti um, at lokaupphæddin var strikað fyri allar limir alt fyri eitt.

Tað var samtykt við stórum meiriluta.

Hálvur tími er settur av til rættarfundin fríggjadagin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749