Margretha Nónklett forkvinna í nýggja Leiklistráðnum

Margretha Nónklett forkvinna í nýggja Leiklistráðnum
Leiklistaráðið, sum er stýri fyri Tjóðpall Føroya, situr í trý ár
Margretha Nónklett er nýgg forkvinna í nývalda Leiklistaráðnum. (Mynd av Facebook-vanga)
 
30.01.2024 - 15:07

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini.

Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.

Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulin til yrkisleiklist fyri 2024.

Í nývalda Leiklistaráðnum sita: 

  • Margretha Nónklett, forfólk, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
  • Benjamin Gaasedal, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
  • Durita Dahl Andreassen, tilnevnd eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
  • Arnfinnur Nesá, tilnevndur eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
  • Ria Tórgarð, tilnevnd eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
  • Heini Gaard, tilnevndur eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
  • Barbara Hentze í Stórustovu, tilnevnd sum starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

 

Leiklistaráðið er stýri fyri Tjóðpall Føroya. (Savnsmynd)

 

Margretha Nónklett, sum er nýggj forkvinna í Leiklistaráðnum, er cand. mag. í fólkalívsfrøði og deildarleiðari á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum.

Frammanundan var hon býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Hon hevur eisini drúgvar royndir úr landsfyrisitingini.

Benjamin Gaasedal hevur drúgvar royndir sum kórleiðari. Hann er útbúgvin timburmaður og hevur m.a. smíðað til pall, og eisini umvælir hann ljóðføri.

Durita Dahl Andreassen og Barbara Hentze í Stórustovu eru afturvaldar, men annars eru øll nývald á hesum sinni, upplýsir Almanna- og mentamálaráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522