TAKS nútíðargerast fyri 150 milliónir

TAKS nútíðargerast fyri 150 milliónir
Uppskot er gjørt um at nútímansgera toll- og skattaskipanir frá 2024 til 2029
Skipanirnar hjá TAKS, sum nú eru, byggja á tøkni frá 1980'unum. (Savnsmynd)
 
30.01.2024 - 08:14

Næstu seks árini skal TAKS nútíðargerast fyri 150 mió. kr.

Uppskot er gjørt um heildarætlan um Kjarnan, tað er verklagslóg um at nútímansgera toll- og skattaskipanir árini 2024 til 2029.

Mett var í 2022, at verkætlanin fór at kosta 100 mió.kr. 

Við prísvøkstri og váðaískoyti verður nú mett, at hon kostar 150 mió.kr., sigur Fíggjarmálaráðið. 

 

11 milliónir játtaðar

Í ár eru játtaðar 11 mió.kr. til verkætlanina.

Skipanirnar, sum nú eru, byggja á tøkni frá 1980'unum.
 
Eitt ættarliðskifti av KT-fólkum er á veg. 

Tað fer at gera tað torført at finna starvsfólk at viðlíkahalda tær gomlu skipanirnar. 

TAKS kann ikki veita vissu fyri, at skipanirnar kunnu koyra longur enn fimm-seks ár aftrat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329