Fiskivinnulóg fær avleiðingar fyri Royal Greenland

Fiskivinnulóg fær avleiðingar fyri Royal Greenland
Sambært lógaruppskotinum er útlendsk ogn ikki loyvd í grønlendsku fiskivinnuni
Lógin fær avleiðingar fyri dótturfelagið Pelagic Greenland, tí har eigur ein íslendingur 27 prosent. (Savnsmynd)
 
05.02.2024 - 08:24

Uppskotið um nýggja fiskivinnulóg fyri Grønland fær avleiðingar fyri stóra felagið Royal Greenland.

Felagið vísir á, at lógin fær avleiðingar fyri dótturfelagið Pelagic Greenland, tí har eigur ein íslendingur 27 prosent.

Sambært lógaruppskotinum er útlendsk ogn ikki loyvd í grønlendsku fiskivinnuni.

 

Váðafúsur kapitalur

Royal Greenland, sum annars er nøgt við uppskotið, sigur, at felagið fegnast um útlendska ogn, tí haðani koma váðafúsur kapitalur og knowhow.

Royal Greenland vísir á, at felagið kann ikki noyða ein partaeigara at lata frá sær sín part í felagnum.

Felagið, sum sjálvstýrið eigur, mælir tí til, at landsstýrið fær í lag sølu av útlendska partinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040