Kambur fekk sjógv: 13 mans tiknir av skipinum

Kambur fekk sjógv: 13 mans tiknir av skipinum
Bjargingartyrlan hevur verið á Tvøroyri við monnunum, og er nú á veg útaftur til skipið
Kambur var staddur sunnan fyri Føroyar, tá hann fekk ein sjógv í morgun.
 
06.02.2024 - 09:50

(Dagført klokkan 09:50)

Klokkan trý korter til átta í morgun boðaði frystilínuskipið Kambur frá, at tað hevði fingið ein sjógv 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi, og alt fyri eitt vóru øll bjargingartiltøk sett í verk.

16 mans eru við Kambi. Bjargingartyrlan hevur tikið 13 av manningini av skipinum og flogið teir til Froðbiar, og haðani fara teir á Suðuroyar sjúkrahús.


Kelda: finshin.fo

Tyrlan er nú hjá Kambi.

Jón Klein Olsen varapolitiinspektørur segði soleiðis í samrøðu við Sigrún H. Brend í útvarpstíðindunum fyri løtu síðani:

 

06022024_Jon_Klein_Olsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302