Krevur frídøming í Landsrættinum

Krevur frídøming í Landsrættinum
Løgreglumaðurin, sum í Føroya rætti er dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin
Statsadvokaturin í Keypmannahavn er ákæri í hesum máli, tí ákæruvaldið í Føroyum er ógegnigt. (Savnsmynd)
 
06.02.2024 - 16:03

Løgreglumaðurin, sum fyri tveimum vikum síðani fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at misbrúka starv sítt og fyri at hava framt blúnisbrot, hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming.

Statsadvokaturin í Keypmannahavn er ákæri í hesum máli, tí ákæruvaldið í Føroyum er ógegnigt.

Maðurin fekk linari dóm enn ákæruvaldið kravdi. 

Kravið hjá ákæruvaldinum var tveir ella tríggir mánaðir.

Men maðurin noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860