Ein staðfest. Eina fekk Almannaverkið aftur

Ein staðfest. Eina fekk Almannaverkið aftur
Kærustovnurin hevur biðið Almannaverkið viðgera eina umsókn um hjálparískoyti av nýggjum
Hjálparískoytið skal millum annað brúkast til at keypa mat.
 
07.02.2024 - 06:40

Kærustovnurin hevur biðið Almannaverkið viðgera eina umsókn um hjálparískoyti av nýggjum.

Almannaverkið noktaði einum umsøkjara hjálparískoyti, tí tað metti, at hann átti ov nógv.

Men Kærustovnurin heldur ikki, at avgerðin hjá Almannaverkinum er nóg væl grundgivin, tí tað sæst ikki, hvørjar ognarupplýsingar avgerðin byggir á, og hvør ogn kærarans er mett at vera, tá hann søkti.
 
Kærustovnurin avgjørdi at heimvísa málið til nýggja viðgerð.

Kærustovnurin hevur avgjørt tvær kærur um hjálparískoyti. 

Í hinum førinum staðfesti Kærustovnurin avgerðina hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið sýtti, tí kærarin í umsóknini um hjálparískoyti upplýsti bústað, sum ikki er í samsvari við skrásetingina hjá Landsfólkayvirlitinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375