Skjóta bergholið ígjøgnum í mars

Skjóta bergholið ígjøgnum í mars
Í løtuni eru okkurt um 450 metrar eftir at spreingja í bergholinum undir Húsareyni
Bergholið undir Húsareyni er góðar 1700 metrar langt. Skotið verður ígjøgnum í næsta mánaði.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
07.02.2024 - 08:59

Bergholið undir Húsareyni í Havn verður skotið ígøgnum í næsta mánaði.

Bergholið, sum er millum Villingadalsvegin og Marknagil, verður 1.705 metrar langt og 10,5 metrar breitt.

Í løtuni eru okkurt um 450 metrar eftir at spreingja, og ætlanin er, at bergholið verður skotið ígjøgnum síðst í mars, sigur Tórshavnar kommuna.

 

324 milliónir

Articon ger bergholið og innkomuvegin, sum kosta 324 mió. kr. Landið rindar ein triðing og kommunan tveir triðingar.

Articon sigur, at Argjafláin hevur darvað arbeiðnum nakað. Argjafláin er royðulindin, sum gongur ígjøgnum fjallið.

Vanliga eru slíkar lindir millum hálvan og ein metur, men Argjafláin er seks metrar.

Meginparturin er leirur og sandsteinur, og tí má arbeiðast varliga, serliga har fláin gongur ígjøgnum loftið á tunlinum, skrivar Articon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521