Treytirnar hjá Bústøðum vera ikki broyttar

Treytirnar hjá Bústøðum vera ikki broyttar
Bústaðir halda ikki, tað kemur ofta fyri, at fólk leiga út hús samstundis sum tey búgva í íbúð hjá Bústøðum
Bústaðir hava nú 458 leigarar.
 
12.02.2024 - 06:48

Í løtuni verður ikki mett at vera neyðugt at broyta treytirnar hjá Bústøðum, so fólk, sum ikki longu eiga bústað, sleppa framum á bíðilistanum hjá Bústøðum.

Eisini er ivasamt, um tað er skynsamt at brúka meiri arbeiðsorku og umsiting til at útvega fleiri upplýsingar um leigarar og hava eftirlit við teimum. 

Heldur eigur arbeiðsorkan at vera brúkt til at fáa fleiri bústaðir. 

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni,um bíðilistan hjá Bústøðum.

Nógv bíða

Bústaðir halda ikki, tað kemur ofta fyri, at fólk leiga út hús samstundis sum tey búgva í íbúð hjá Bústøðum, sigur landsstýriskvinnan. 

Hon sigur, at í heyst kemur landsstýrið við uppskotum um bústaðarskyldu í nýggjum útstykkingum og tænastugjald á tóm hús. 

22.januar í ár vóru 3.003 limir í Bústøðum.

2.011 vóru skásettir sum býlissøkjandi, 534 vóru hvílandi limir, 458 vóru skrásettir sum leigarar.

Frá 9.januar í fjør til 22.januar í ár fóru 79 av listanum við býlissøkjandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525