Á Breddanum: Forfólkaval í Pedagogfelagnum

Á Breddanum: Forfólkaval í Pedagogfelagnum
Sitandi formaður, Jógvan Philbrow, og avbjóðarin, Sanna á Løgmansbø, vera í útvarpsstovuni
Jógvan Philbrow og Sanna á Løgmansbø stilla upp til forfólkavalið í Pedagogfelagnum.
 
13.02.2024 - 09:02

Hvør skal standa á odda fyri Føroya Pedagogfelag?

Tann spurningin skulu teir 2.000 limir felagsins taka støðu til næstu vikurnar.

Sitandi formaður, Jógvan Philbrow, stillar uppaftur, men hesa ferð er eitt mótvalevni, Sanna á Løgmansbø. 

Men hví stilla tey upp, og hvørjum vilja tey arbeiða fyri?

Jógvan Philbrow og Sanna á Løgmansbø vera í útvarpsstovuni.

 

Gasa

Meir enn helmingurin av teimum tveimum milliónum íbúgvunum í Gasageiranum er í løtuni stúgvaður saman í býnum Rafah, meðan Ísrael sigur seg fyrireika innrás í býin.

Tað skortar ikki við ávaringum um at geva sivilfólkunum meira ans, men hvussu er støðan, og eru nøkur útlit fyri vápnahvíld?

Vit frætta tað nýggjasta úr Ísrael.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442