Bústaðir skulu hava nýggjan stjóra

Bústaðir skulu hava nýggjan stjóra
Fráfaringaravtala er gjørd við Andras Róin, og Hjørdis Gaard Lailudóttir er sett sum fyribilsstjóri
Andras Róin er farin frá sum stjóri í Bústøðum.
 
13.02.2024 - 10:08

Bustaðir skulu hava nýggjan stjóra

Stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin, sum hevur verið stjóri síðani 2011, hava í semju gjørt fráfaringaravtalu í sambandi við, at stýrið vil fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd.

Tað sigur Teitur Samuelsen, formaður í stýrinum fyri Bústaðir, í tíðindaskrivi.

Fyribils stjóri verður Hjørdis Gaard Lailudóttir, til nýggjur stjóri er settur í starv. Hjørdis er 54 ára gomul og útbúgvin cand. scient. pol., og hon hevur drúgvar royndir bæði innan tað almenna og privata.

Bústaðir er farið frá at vera ein grunnur, sum hevði sum aðalmál at veita fígging til húsabygging, til at verða eitt bústaðafelag, sum stendur fyri at byggja og leiga út bústaðir kring landið.

Lýst verður eftir nýggjum stjóra til Bústaðir í næstum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065