Skiparin á Kambi: Fingu ikki boyulúkuna aftur

Skiparin á Kambi: Fingu ikki boyulúkuna aftur
Lúkan fekst ikki aftur, eftir at Kambur fekk fleiri sjógvar vanlagnumorgunin, og tað er helst orsøkin til, at Kambur sakk, greiddi skiparin frá í rættinum
16 mans vóru við Kambi. 14 vóru bjargaðir. Leygarkvøldið var givist at leita eftir teimum báðum av manningini, sum ikki eru komnir afturíaftur. (Savnsmynd)
 
13.02.2024 - 12:27

Kambur hevði verið inni og krokað í nakrar dagar, tá ið skiparin gjørdi av at fara út aftur 5. februar, altso dagin fyri vanlagnudagin. 

Tað greiddi skiparin á Kambi frá í sjófórhoyrinum í Føroya rætti í dag. 

Tað vóru millum 15 og 20 metrar um sekundið, tá ið Kambur fór út aftur, men skiparin vísti á, at tað er púra vanligt hjá teimum at seta og draga í slíkum veðri.  

 

Rak upp í ættina

Teir seta um eitt-tíðina um náttina, men tá ið teir skulu fara at draga um sjeytíðina týsmorgunin 6. februar, var øgiliga ófantaligt veður. Tað rak upp í ættina, og tað var sum í einari grýtu, ið kókar, so sjaskut var tað, greiddi skiparin frá. 

Skiparin var sjálvur á brúnni, tá ið teir løgdu klárt at taka boyuna inn gjøgnum boyulúkuna í bakborð.

Kambur hevur dragibrunn, og tí verður sjálv línan drigin inn gjøgnum eitt hol í botninum. Men boyan verður tikin inn gjøgnum boyulúkuna í bakborð.  


Á myndini sæst boyulúkan á bakborðssíðuni á Kambi, sum ikki fekst aftur, og helst er orsøkin til, at frystilínuskipið sakk

 

Fekk tveir sjógvar

Tríggir mans stóðu í lúkuni og gjørdu klárt at taka boyuna, tá ið Kambur fyrst fekk ein sjógv.

Skiparin greiddi frá, at sjógvurin var ikki so stórur, men hann gjørdi, at Kambur lyftist upp í stýriborð. Tað hevði við sær, at fitt at sjógvi kom inn gjøgnum boyulúkuna. Men tað lagaði seg aftur.

Stutt eftir fekk Kambur ein sjógv afturat, og tá royna teir tríggir, sum stóðu í lúkuni, at fáa boyulúkuna aftur, men teir fingu hana ikki aftur.

Talan er um eina hydrauliska skipan, og óvist er, hví lúkan ikki vildi fara aftur. Antin riggaði hon ikki, ella hevði okkurt kílað seg fast, helt skiparin. 

 

Hoyr Marjuna Dalsgaard greiða frá úr rættinum:

 

13022024_Marjun_og_sjofragreiding

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Fólkafundur undir brúnni
208782