Eitt fólk í fjórða hvørjum húski

Eitt fólk í fjórða hvørjum húski
Av teimum 2.500 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu10 árini, er lítil helvt støk húski
Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.02.2024 - 15:14

Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk, og hetta er størsti bólkurin, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Av teimum 2.500 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu 10 árini, er lítil helvt støk húski. 

Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin við ongm barni. Við ársbyrjan vóru tey 4.800 í tali, og tað svarar til lítlan fjórðing av øllum húskjunum. 

Hesir báðir bólkarnir eru sostatt meira enn helvtin av øllum húskjum í Føroyum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva sostatt eingi børn.

Og lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu 10 árini. Vøksturin er 27 prosent. 

Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum. Tað eru 2.500 fleiri enn fyri 10 árum síðani.

Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við meira enn 6.000 fólkum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360