Útflutningurin vaks 320 milliónir í fjør

Útflutningurin vaks 320 milliónir í fjør
Útflutningurin av fiskavørum vaks næstan hálva milliard, 494 milliónir krónur
Í fjør var útflutt fyri slakar 12,8 milliardir krónur. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
20.02.2024 - 08:17

Føroyar útfluttu fyri 12 milliardir og 766 milliónir krónur í fjør.

Tað vóru góðar 320 milliónir meira enn í 2022, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av fiskavørum vaks næstan hálva milliard, 494 milliónir krónur.

Virðið vaks 4,3 prosent, men nøgdin 26 prosent.

Slógv og úrdráttir úr ymsum fiskasløgum, so sum fiskamjøl og lýsi, vuksu eina góða milliard krónur. 

Men virðið á útflutta laksinum minkaði 255 milliónir, ella 4,6 prosent.

Hetta kemst í høvuðsheitum av, at nøgdin minkaði 10,6 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360