Nógv tey flestu hava bústaðartilknýti til Føroya

Nógv tey flestu hava bústaðartilknýti til Føroya
Fólk hava bústaðartilknýti, um tey hava búð í Føroyum helvtina av lívinum, ella í sjey av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum.
Lutfallið hjá øðrum ríkisborgarum, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, er tvífaldað í 10 ár.  (Savnsmynd: Hagstovan)
Mynd: Mynd: Hagstovan.  
 
22.02.2024 - 10:39

94 prosent av fólkinum í Føroyum hava bústaðartilknýti her. 

Fyri tíggju árum síðani høvdu 98 prosent bústaðartilknýti, sigur Hagstovan .

Fólk hava bústaðartilknýti til Føroya, um tey hava búð í Føroyum helvtina av lívinum, ella í sjey av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. 

Bústaðartilknýti er nýtt hugtak hjá Hagstovuni.

 

 

Flestu eru danskir ríkisborgarar

Tey flestu, sum bústaðartilknýti her, eru danskir ríkisborgarar.

Lutfallið hjá øðrum ríkisborgarum er tvífaldað í 10 ár.  

Vøksturin kemur serliga av ríkisborgarum úr Filipsoyggjunum, Tailandi og Rumenia.

Fólkatalið 1. januar vísir, at aftan á danskar ríkisborgarar koma filipinskir, íslendskir, tailendskir, rumenskir, norskir og bretskir ríkisborgarar, sum hava bústaðartilknýti til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008