Arbeiðsgevarar: Barsilsgjaldið eigur at verða javnað hvørt ár

Arbeiðsgevarar: Barsilsgjaldið eigur at verða javnað hvørt ár
Landsstýrið ætlar at broyta barsilsskipanina í næstu tingsetu, og arbeiðsgevararnir bjóða seg fram at vera við
Føroya arbeiðsgevarafelag sigur, at verður barsilsgjaldið ikki javnað, minkar virðið sum frálíður. (Savnsmynd)
 
29.02.2024 - 11:08

Føroya arbeiðsgevarafelag bjóðar seg fram at vera við, tá barsilslógin skal broytast í næstu tingsetu.

Landsstýrið ætlar gera broytingar í barsilslógini í næstu tingsetu.

Tað er umráðandi at hava viðkomandi áhugapartar við, tá broytingar vera gjørdar í arbeiðsmarknaðarskipanum, sum hava so stóran týdning fyri okkara virkis- og sáttmálaøki, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Felagið tekur undir við endamálinum í verandi uppskoti, sum er at hækka barsilsútgjaldið og betra støðuna hjá nýútbúnum.

Arbeiðsgevarafelagið hevur tó tvær ítøkiligar viðmerkingar.

 

Eigur at verða prístalstalsjavnað

Onnur er, at barsilsútgjaldið eigur at vera javnað hvørt ár fyri at tryggja, at virðið ikki minkar sum frá líður.

Um útgjaldið ikki verður javnað, verður støðan um nøkur ár sannlíkt tann sama sum í dag. Hon er, at barsilsútgjaldið ikki stendur mát við lønarlagið í føroyska samfelagnum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Hin viðmerkingin er, at tað kann vera ein fyrimunir hjá foreldrum, um tey fáa møguleika at fáa eitt hægri útgjaldsloft, velja tey eitt styttri barsilstíðarskeið. 

Um foreldur velur at fara í barsil í níggju mánaðir heldur enn 12, verður hámarkið 40.000 kr. um mánaðin. 

Hetta er ein útreiðslunoytral broyting fyri barsilsskipanina, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424