Átta høvuðsmál í arktiska politikkinum

Átta høvuðsmál í arktiska politikkinum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya
Arktiski politikkurin í 2024 byggir á arktiska politikkin, sum undanfarna landsstýri kom við í oktober 2022.
 
29.02.2024 - 08:41

Átta høvuðsmál eru í arktiska politikki Føroya.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya.

Høvuðsmálini eru trygd, friður og støðufesti, millumtjóða samstarv, umhvørvi, náttúra og veðurlag, gransking, vitanarmenning og útbúgving, tilbúgving, fiskivinna, vinnumøguleikar og burðardygg menning og áttanda høvuðsmálið er mentan og samfelag. 

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Landsstýrið heldur, at løgtingið eigur at fáa høvi at umrøða og samtykkja dagførda arktiska politikkin.

Hann byggir á arktiska politikkin, sum undanfarna landsstýri kom við í oktober 2022.

Politikkurin var dagførdur í fjør heyst.

 

Sí arktiska politikk Føroya 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425