Ein stórur skelkur í donsku politisku skipanini

Ein stórur skelkur í donsku politisku skipanini
Politiska skipanin í Danmark er skelkað eftir at tíðindini í gjár bórust um, at Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum doyði á sjúkrahúsi í gjár, eftir at hann
Søren Pape Poulsen, formaður fyri Konservativa flokkin, gjørdist 52 ára gamal
 
03.03.2024 - 10:13

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur í fráboðan, at: Tað er við stórari sorg, at hon hevur fingið boðini um, at Søren Pape Poulsen er deyður alt ov tíðliga.

"Eg havi verið starvsfelagi við Søren í nógv ár, og afturat at hava samstarvað um nógv politiskt, so fari eg at minnast Søren sum ein samvitskufullan, ordililgan og láturmildan."

Pia Olsen Dyrhr, forkvinna í SF, sigur seg vera í djúpari sorg um tíðindini.

"Mín góði, fitti, heiti og kærleiksfulli vinur, Søren, er ikki longur her. Tað er ófatiligt og eg klári ikki at rúma tí", sigur altso Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF.

Søren Pape Poulsen var formaður í Konservativa flokkinum í næstan 10 ár. Hann gjørdist formaður eftir Lars Barfoed í 2014.

Frá 2016 til 2019 var Søren Pape Poulsen løgmálaráðharri í stjórini hjá Lars Løkke Rasmussen.

Fyribils er Michael Ziegler, borgarstjóri í Høje Taastrup, virkandi formaður fyri Konservativa flokkin. Tó er hann ikki politiskur leiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026