Dennis Holm: Útlendingar vælkomnir í fiskivinnuna á landi

Dennis Holm: Útlendingar vælkomnir í fiskivinnuna á landi
Hóast útlendingar skulu úr føroyskari fiskivinnu í 2032, so eru teir vælkomnir í vinnuna, so leingi teir eru á landi, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
 
04.03.2024 - 19:48

Fiskurin í føroyskum øki er føroysk ogn og kann bara fiskast av skipum, sum eru undir føroyskum ræði. 

Tað er útgangsstøðið í sjófeingislógini, sum ásetir, at í 2032 skulu útlendingar vera heilt burtur úr føroyskari fiskivinnu. Men har eru undantøk.

Fiskimálaráðið tulkar ásetingarnar soleiðis, at tær bert fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki framleiðslu á landi. Er talan um eitt felag, sum fær nøkur tons, so kann felagið vera útlendskt.

Og felagið SAGA, sum er útlendskt, hevur júst fingið tillutað 1200 tons av eini samalaði kvotu upp á 7.000 tons av svartkjafti til vinnuligar royndir. Um ynski var um tað, kundi hetta felagið fingið øll 7.000 tonsini, sum vóru lutað út til royndir.

Og Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur ongar ætlanir um at broyta nakað: 

20240304_UTLENDINGAR_VALKOMNIR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424