Nýtt poddvarp: Lívið er okkara gáta

Nýtt poddvarp: Lívið er okkara gáta
"Lívið er okkara gáta" er søgan um, hvussu vegirnir hjá Terja Rasmussen og Kára Poulsen møtast, og hvussu teir við støði í einum loyndarmáli fáa eitt heilt serligt samband.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2024 - 09:06

Kári Poulsen og Terji Rasmussen eru uppvaksnir í hvør sínum umhvørvi í Havn.

Kári vaks upp í einum kristnum heimi við mammu, pápa og tveimum systkjum, meðan Terji vaks upp á Reyni saman við mammu síni og spældi til dans longu sum 14 ára gamal.  

Tá ið teir eru stórir tannáringar, koma teir at kennast, tí báðir spæla tónleik. Men tað vísir seg, at teir hava meira til felags enn tónleikin.  

 

"Lívið er okkara gáta" er søgan um, hvussu vegirnir hjá Terja og Kára møtast, og hvussu teir við støði í einum loyndarmáli fáa eitt heilt serligt samband.  

“Eg eri sannførdur um, at um vit vóru hvør sítt kyn og spældu í orkestri saman, so høvdu vit endað sum par.” 

- Terji Rasmussen 

 

“Tað stuttliga er, at tá ið vit vóru avstað við Frændum saman, so fylgdist eg altíð við Kára.” 

- Terji Rasmussen 

 

“Knappliga halda tey vaksnu uppat við at snakka. Tey hava jú lagt tvey og tvey saman og hava funnið útav, at eg veit onki.”  

- Kári Poulsen 

 

"Eg eri klárur yvir, at systkin forma hvønn annan í uppvøkstrinum. Men tað ber ikki til at siga, hvat hevði verið øðrvísi, um tey ikki vóru har." 

Kári Poulsen 

 

"Lívið er okkara gáta" er ein poddur um søguna hjá Kára og Terja. Tú kanst hoyra poddin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329