Søguliga lítil valluttøka í Iran

Søguliga lítil valluttøka í Iran
Bara 41 prosent av teimum, sum hava atkvøðurætt, vóru á vali um vikuskiftið
Valluttøkan í Iran um vikuskiftið hevur ikki verið so lítil, síðani islamsku kollveltingina í 1979.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2024 - 08:42

Met fá fólk vóru á vali um vikuskiftið, har nýtt tjóðarting og limir í prestastýrið skuldu veljast. 

Bara 41 prosent av teimum, sum hava atkvøðurætt vóru á vali, upplýsir iranska innanríkisráðið. 

Hetta er søguliga vánaligasta valluttøka, síðani islamsku kollveltingina í 1979. 

 

Tey konservativu vunnu

Á valinum í 2020 vóru 42,5 prosent á vali, og í 2016 vóru 62 prosent.

Konservativu valevnini vunnu valið í ár. 

Vánaliga vallutøkan kann fáa avleiðingar fyri skipanina í Iran, skrivar iranska blaðið Ham Mihan.

Stjórnarvinarliga blaðið Iran Daily skrivar, at myndugleikarnir mugu taka lítla áhugan fyri valinum sum eitt ávaringarskot. 

Og sambært blaðnum, Etemad, atkvøddu nógvir veljarar blankt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846