Man roynir ikki at fylla

Man roynir ikki at fylla
Tá tú hevur eitt systkin, sum hevur avbjóðingar, sum fylla nógv í familjuni, so pakkar tú tínar kenslur burtur, tí pláss ikki er fyri teimum
 
06.03.2024 - 12:07

Hetta er veruleikin hjá nógvum børnum og ungum, sum liva í familjum, har eitt ella fleiri børn eru øðrvísi, og tí taka nógv av tíðini og orkuni, sum foreldrini hava.

Ein teirra, ið kennir til hesa avbjóðing er Jákup Petur Eliassen, sum umframt at hava eitt systkin við serligum tørvi, eisini hevur eitt barn, ið krevur nógv.

- Man verður góður til at pakka seg sjálvan eitt sindur vekk, og man vil ikki taka ov nógv uppmerksemi, tí rationelt sær man, at mítt systkin hevur brúk fyri nógvari hjálp, men man kann hóast tað hungra eftir umsorgan og kærleika.

Tað er ikki so lætt at tosa við onnur um til dømis ta ringu samvitsku, sum kann koma, tá tú ynskir, at beiggi tín ikki var beiggi tín, ella um tú kennir teg órímiligan tí tú krevur tíð sum foreldrini ikki hava.

Hesar kenslur eru heilt vanligar, og Javni bjóðar nú ungum millum 14 og 18 ár, sum hava systkin, ið er øðrvísi, til systkinabólk, har tey í tryggum umstøðum kunnu hitta onnur í somu støðu, og fáa hjálp og amboð til at handtera støðuna framyvir, sigur Marjun Lutzen frá Javna.

Meira er at lesa um systkinabólk fyri ung á heimasíðuni javni.fo
 

1659079

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328