Oyggjatíðindi strikað í partafelagsskránni

Oyggjatíðindi strikað í partafelagsskránni
Blaðið kom út fyri seinastu ferð 8. september í 2011
Blaðið Oyggjatíðindi kom út fyri seinastu ferð 8. september í 2011. (Savnsmynd)
 
06.03.2024 - 08:37

Smápartafelagið Oyggjatíðindi var mánadagin strikað í partafelagsskránni.

Tað var gjørt eftir ásetingini í vinnufelagslógini, sum sigur, at øll skuld hjá felagnum er rindað og avgjørt er at avtaka felagið.

Blaðið Oyggjatíðindi kom út fyri seinastu ferð 8. september í 2011.

Tað byrjaði í november 1977.

Heimasíðan hjá blaðnum var virkin til á sumri 2022. Hon er tó framvegis opin, so til ber at leita á henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203