Á Breddanum: Støðan í Gasa og amerikanska forsetavalið

Á Breddanum: Støðan í Gasa og amerikanska forsetavalið
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst
Støðan í Gasa versnar alsamt - børn doyggja í hungri og neyðhjálpin er als ikki nøktandi, sigur Reyði Krossur.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.03.2024 - 08:45

Støðan í Gasa versnar alsamt - børn doyggja í hungri og neyðhjálpin er als ikki nøktandi, sigur Reyði Krossur.

Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael? Og hvørjum skulu vit trúgva, tá falstíðindi floyma inn yvir og okkum og fylla almenna rúmið?

Tað spyrja vit Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi, um. 

 

Hesir báðir fara aftur at kappast um amerikanska forsetasessin. (Savnsmynd: AP)

 

Amerikanska forsetavalið

Joe Biden og Donald Trump vera forsetavalevni í USA 5. november.

Tað er greitt, nú uppstillingarval hava verið í flestu statum.

Týsdagin var Super Tuesday í USA.  Men hvat merkir tað, at amerikanarar hava hesar báðar at velja ímillum?

Báðir eru komnir væl til árs, og annar er umstríddur og hevur bæði rættarmál og ákærur hangandi yvir sær.

Tóri Højgaard, sum fylgir væl við amerikanskum politikki, og Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, vera í útvarpsstovuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður eisini stroymd her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081