Brúka Vangan at sleppa á vallista

Brúka Vangan at sleppa á vallista
Talgildar umsóknir spara kommunum bæði tíð og orku
Nú fer at bera til hjá lesandi at avgreiða umsókn um at koma á vallistan á sjálvgreiðsluni hjá viðkomandi kommunu á Vanganum. (Savnsmynd)
 
11.03.2024 - 10:15

Føroysk lesandi uttanlands fara nú at kunna brúka Vangan at biðja um at sleppa á vallista til løgtingsval.

Tað boðar Løgmálaráðið frá. 

Føroyingar, sum fyribils eru uttanlands í lestrarørindum, hava leingi havt valrætt, men tørvur hevur verið á at nútímansgera mannagongdina at koma á vallistan. 

Nú fer at bera til hjá lesandi at avgreiða umsókn um at koma á vallistan á sjálvgreiðsluni hjá viðkomandi kommunu á Vanganum.

 

Spara tíð

Møguleiki verður eisini at søkja við gamla oyðiblaðnum.

Broytingin fer at hava við sær, at tað verður munandi skjótari og lættari hjá lesandi uttanlands at biðja um at sleppa á vallistan.

Haraftrat fara kommunurnar at spara tíð og orku til umsiting, og møguligir feilir kunnu lættari kunnu fangast í talgildu umsóknunum.

Tað eru kommunurnar hvør í sínum lagi, sum gera av, um tær bjóða tænastuna út.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891