Dreymurin um føroyskan limaskap í EFTA livir aftur

Dreymurin um føroyskan limaskap í EFTA livir aftur
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at gera eina nýggja roynd at sleppa upp í felagsskapin, sum kann geva atgongd til fleiri fríhandilssáttmálar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.03.2024 - 17:59

Dreymurin um føroyskan limaskap í EFTA livir aftur.  

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at gera eina nýggja roynd at sleppa upp í felagsskapin, sum kann geva atgongd til fleiri fríhandilssáttmálar. 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur víst á, at Føroyar kunnu ikki kappast við EFTA-londini á indiska marknaðinum, tí meðan føroyskir fiskaútflytarar noyðast at rinda 30 prosent í tolli, sleppa EFTA-lond, m.a. Noreg og Ísland, undan at rinda toll í India um nøkur ár.

Høgni Hoydal skilir væl støðuna hjá Vinnuhúsinum, og hann hevur ikki mist vónina um, att Føroyar einaferð kunnu gerast EFTA-land aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13032024_Foroyar_og_EFTA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744