Sendikvinna í ES: Báðir partar vilja styrkja sambandið sínámillum

Sendikvinna í ES: Báðir partar vilja styrkja sambandið sínámillum
Tað sigur Elisabeth Rasmussen, sendikvinna í Brússel, hóast semjuskalið, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ursula von der Leyen skrivaðu undir ikki er bindandi avtala
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2024 - 18:41

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Á vitjanini undirskrivaðu ES-nevndarforkvinnan og løgmaður, Aksel V. Johannesen, eitt semjuskal. Og hetta er sambært sendikvinnu Føroya í Brússel eitt úrslit av áralangum arbeiði. 

- Man hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa ein meira yvirskipaðan samstarvskarm millum Føroyar og ES, og semjuskjalið er eitt úrslit av hesum arbeiði, sigur Elisabeth Rasmussen.

Semjuskjalið er ikki ein bindandi avtalu, men legst sum ein karmur afturat verandi avtalu. 

Tað er torført at meta um, hvat avtalan ítøkiliga kemur at broyta, men kortini er hetta ein staðfesting um, at báðir partir ynskja at styrkja um samstarvsviðurskiftini millum partarnar, sigur Elisabeth Rasmussen. 

Í skjalinum eru nevnd nøkur serstøk øki sum grønt orkuskifti, talgilding, ung, mentan og útbúgving. Og sambært Elisabeth Rasmussen skulu karmarnar í semjuskjalinum hava við sær, at ætlanir kunnu leggjast um, hvussu samstarvið verður styrkt á teimum økjunum. 

Samrøða við Elisabeth Rasmussen, sendikvinnu Føroya í Brússel, kann hoyrast her: 

1661170

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531