Stórsigrar til trý tey ovastu

Stórsigrar til trý tey ovastu
Kyndil, Neistin og H71 vunnu øll stórt í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í gjár. Leygardagin vann EB á VB, og nú nógv bendir á, at eiðiskvinnur fáa pláss í endaspælinum
Steypavinnararnir úr Kyndli skutu heili 44 mál í stórsigri á VÍF sunnudagin
Mynd: HSF  
 
18.03.2024 - 08:33

Trý tey ovastu liðini í SMS-deildini vunnu øll stórsigrar sunnudagin.

Turið Arge Samuelsen skeyt ikki færri enn 13 mál, tá Kyndil vann heili 44-27 á VÍF í Havn. Liðini fylgdust fyrstu minuttirnar, men síðan fóru tær grønu undan teimum gulu, sum máttu leggja rygg til stórtap. 

Neistin vitjaði StÍF á Skála, har tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki. Bert eitt mál var á muni í steðginum, men miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði, og Neistin vann 35-26. Bjørk Franksdóttir Joensen skeyt níggju mál fyri tær bláu.

Í Hoyvík smurdi H71 Stjørnuna av. Við 10 málum gekk Anna Elisabeth H. Weyhe á odda fyri hoyvíkingarnar, sum vunnu heili 37-18, og nú hava tær næstan tryggjað sær í minsta lagi 3. pláss.

Kyndil er fremst við 35 stigum, Neistin hevur 28 stig á 2. plássi, og H71 er á 3. plássi við 25 stigum.

EB kundi taka týðandi stig í stríðnum um síðsta plássið í endaspælinum, tá tær vitjaðu VB í Vági. Tað gjørdu tær hvítu eisini við Talitu Alves á odda. Hon skoraði níggju ferðir í 25 -20 sigrinum, og nú er EB trý stig frammanfyri Stjørnuna, sum tykist uppsteðgað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429