Forkvinnan í Málráðnum: "Okkum tørvar eina málsliga hugburðsbroyting"

Forkvinnan í Málráðnum: "Okkum tørvar eina málsliga hugburðsbroyting"
Tað sigur seg ikki sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt. Henda sannroynd verður umrødd á móðurmálsdegnum, 25. mars
 
19.03.2024 - 11:13

"Okkara stóra avbjóðing er enskt," staðfestir Randi Kúrberg, forkvinna í Málráðnum.

Tað tykist sum enskt hevur fingið ein ávísan kulfaktor, ið serliga ung hava tikið til sín.

Enskt floymir inn í gerandisdagin á nógvum mótum. At krevja av fólki, at tey heldur brúka føroysk orð, dugir ikki.

Í grundini er neyðugt at fremja eina hugburðsbroyting, sum hevur eina stigvísa og natúrliga broyting við sær.

 

Hvussu ein slík skal gerast er ilt at meta um, men skilagott kann vera at hyggja at hugburðinum til royking.

"Fyrr var púra vanligt at sita inni millum fólk og roykja. Hetta er púra óhugsandi í dag," vísir Randi Kúrberg, forkvinna í Málráðnum, á.

"Tað sigur seg ikki sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt" er evnið, sum verður umrødd á Móðurmálsdegnum, 25. mars.

 

1661816

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329