Nick Carter úr Backstreet Boys fer at framføra á Voxbotn

Nick Carter úr Backstreet Boys fer at framføra á Voxbotn
Fyriskipararnir av Voxbotn-tónleikatiltakið í Havn kunnu nú breggja sær av, at tað hevur eydnast at lokkað heimstjørnuna Nick Carter úr Backstreet Boys til Føroya í summar
Nick Carter, ið var blaðunga ljóshærda sjarmutrøllið í Backstreet Boys, er vorðin 44 ára gamal, nú hann kemur til Føroya
Mynd: Lisa Hiser / www.nickcarter.com  
 
19.03.2024 - 07:00

"Ein heimsstjørna til Føroya!"

Soleiðis seljar fyriskipararnir av Voxbotni tíðindini um, at Nick Carter úr Backstreet Boys kemur at spæla á Voxbotn-tónleikatiltakinum í summar. 

Og tað er ikki nøkur lygn í sølulýsingini, tí um tú hevur verið við til at sett hitt sum "I Want It That Way", "Everybody", "Quit Playing Games (With My Heart)" og "As Long As You Love Me" í verðini sum limur í mest seljandi dreingjabólkin nakrantíð, ja, so ert tú ein heimsstjørna. 

44 ára gamli Nick Carter og Backstreet Boys hava selt yvir 100 milliónir fløgur og plátur, síðani bólkurin varð stovnaður í 1993.

Bólkurin gjørdist fyrsti bólkur síðani Led Zeppelin, sum megnaði at fáa allar fyrst tíggju pláturnar, ið bólkur gav út, upp í topp 10 á Billboard 200-hittlistanum í USA. Backstreet Boys er einasti dreingjabólkur, ið hevur megnað tað. 

 

Eitt hál av teimum stóru

Voxbotn-fyriskipararnir lova, at Nick Carter kemur til Føroya at framføra øll Backtreet Boys hittini.

Sambært Voxbotn-fyriskiparunum, so hevur Nick Carter hildið ein steðg frá sínari solo-yrkisleið, men ger nú comeback við konsertferðini "Who Am I". 

"Hetta er eitt hál av teimum heilt stóru," staðfesta fyriskipararnir í tíðindaskrivi. 

Backstreet Boys spæla enn, men tá tað ikki bar til at fáa allan bólkin til Føroya, so fegnast fyriskipararnir um, at Nick Carter hevur avgjørt at leggja leiðina framvið Føroyar. 

Nýggjasta staklagið hjá Nick Carter kom út herfyri og kallast "Never Break My Heart". 

 

Springarar og neyðtøkuákærir

Annars er tað áhugavert at lesa, at Nick Cater gongur høgt upp í at varpa ljós á at varðveita eitt reint havumhvørvið, ið hann heldur er hótt. Serliga hevur hann gjørt nógv vælgerðararbeiði til framan fyri varðveiðsluna og verjuna av springarum. 

Nick Carter hevur eisini verið opin um, at hann hevur drigist nógv við ovurnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

Í sambandi við Me Too-rørsluna, bleiv hann eisini lagdur undir at hava neyðtikið ungar kvinnur í sínum ungu døgum fyrst í 00-árunum. Í fleiri førum er hann eisini blivin saksøktur.

Nick Carter hevur staðiliga víst øllum ákærunum aftur, og hann hevur eisini mótsaksøkt kvinnurnar, ið hava saksøkt seg. 


Hvat: Voxbotn
Hvar: Vágsbotn, Havn
Nær: 29. juni 2024
Hvør: Nick Carter, Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim, Gobs og onnur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098