Fyrsti fundurin um lønir og eftirlønir hjá tingfólki

Fyrsti fundurin um lønir og eftirlønir hjá tingfólki
Grein 25-nevndin hevur fund 17. apríl
Sambært grein 25 í tingskipanini kann løgtingið seta nevnd at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2024 - 08:51

17.apríl fer grein 25-nevndin, sum er vald at viðgera uppskotið hjá meirilutanum í formansskapinum um lønir og eftirlønir hjá tingfólki, at hava fyrsta fundin.

Í nevndini eru Eyðgunn Samulsen, Johan Dahl, Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Sólvit E. Nolsø og Steffan Klein Poulsen.

Sambært grein 25 í tingskipanini kann løgtingið seta nevnd at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. 

Hesar nevndir sita bara, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í ongum føri longur, enn til tingsetan endar. 

Vanliga hava allir flokkar í løgtinginum fólk í grein 25-nevndum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523